FM í frælsum ítrótti fyri framman

Frælsur ítróttur Eins og undanfarin ár fer Frælsur Ítróttur Føroya aftur at skipa fyri FM í frælsum ítrótti í 2010 – kappingin verður 7.
og 8. august.

Eyðun Klakstein

Í ár verða kappingargreinarnar øktar í tali. Tað merkir at kapp­ingin fer fram yvir tveir dagar, mótvegis seinnu ár­unum, tá alt hevur verið av­gjørt eftir einum degi. Eisini hevur kapp­ingarnevndin gjørt av, at FM verður opin kapp­ing, soleiðis at øll kunnu vera við. Vand sum óvand. Tó er aldursmark ásett soleiðis, at bert tey, sum eru fødd í 1994 og fyrr, kunnu vera við.
Við at hava FM sum opna almenna kapping, vónar FÍF at fólk, ið vanliga ikki hava verið at sæð í frælsa ítrótt­inum, koma at royna seg. Vetrar­ítróttar­greinarnar liggja stillar nú, og kundi hetta verið ein møguleiki hjá eitt nú hondbólts- og flog­bóltsleikarum at royna síni evni. Kappróðrarárið endar nú, og væl er hugsandi at kapp­róðrar­fólk í fullari venjing eis­ini tóku av.

Kappingarnar leygardagin verða:
100 metrar
400 metrar
800 metrar
5.000 metrar
Longdarlop
Hamarakast
Diskoskast

Kappingarnar sunnudagin verða:
100/110 metrar hekkurenning
200 metrar
1.500 metrar
3.000 metrar forðarenning
Hæddarlop
Spjótkast
Kúlustoyt

Tað eru nógv ár síðani at FM-kapping hevur verið í forðarenning, hæddarlopi og hekkurenning. Men hetta eru alt sera áskoðaravinarligar kapp­ingar, og nú umstøður aftur eru til hesar greinar, verð­ur spennandi at fylgja við.
Báðar dagarnar verður byjað kl. 14.00 og endað við spurt­finalum kl. 16.00. Endalig tíðarætlan saman við lut­takara­listum verður løgd út á www.renn.fo fríggjadagin 5. oktober.
Oyggjaleikir eru næsta ár, og FM er sjálvandi gott høvi at klára úttøkukrøvini. Hesi eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF undir úttøkukrøv.
12 nýggir dómarar vóru klaktir í vár, tá FÍF skipaði fyri dómara­skeiði. So tað verður eitt vælútbúgvið lið av dómarum sum saman við nútímans tíð­tøku­tøkni, sum kemur at av­greiða kappingarnar.
Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá FÍF, sum eitur www.renn.fo. Tilmeldingin skal vera avgreidd innan midnátt mikukvøldið 4. august. Tað verður ikki møguligt at melda til eftir hetta. Luttøkugjaldið er kr. 50,- líkamikið hvussu nógv­um kappingum kappast verður í.