FM-finalurnar: Beinleiðis stroyming og frásøgn

Í dag skulu FM vinnararnir í flogbólti finnast. FM finalurnar verða spældar í høllini á Hálsi í Havn, har byrjað verður klokkan 15, tá menninir spæla. Aftaná spæla kvinnurnar.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystunum; umvegis internetið á www.midlar.fo ella í útvarpslurtinum á FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 94,8;  FM 95,5 og FM 98,7.

KVF hevur beinleiðis stroyming: https://kvf.fo/live/2

Dystirnir verða leiktir soleiðis í dag:

Páskaaftan (leygardagin)
15:00 Mjølnir - Fleyr, menn
17:00 Fleyr - SÍ, kvinnur

Um liðini vinna hvør sín dyst, verður alt avgjørt í dag við einum gullsetti, har leikt verður upp í 15.

 

##med2##