FM finalur í talvi í leygardagin

Umframt serliga spenningin um, hvør vinnur FM-heitini, er somuleiðis sera stórur spenningur um, hvør vinnur sær luttøkurætt til Norðurlendska meistaraheitið í talvi sum verður í Danmark í februar mánað 2008. Nr. 1 og 2 í hvørjum aldursbólki luttaka. Kappingin er árliga hæddarpunktið hjá ungu telvarunum tí telvað verður eisini fyri møguleikanum - í ungum aldri - at sleppa uttanlands at telva ímóti javnaldrum úr hinum Norðurlondunum.

 

Undankappingar hava verið í Vestmanna og Sandavági og 8 teir stinnastu telvararnir í hvørjum aldursbólki luttaka í finaluni. Undankappingarnar bera boð um eina óvanliga spennandi FM finalu og NM-úttøkukapping. Burtursæð frá, at IM Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen sýnast favorittar í ávikavíst elsta (U20) og yngsta (U10) bólkunum sýnist kappingin annars víðopin í hinum aldursbólkunum.