talv
Sjálv kappingin leygardagin varð skipað í fimm bólkum, har telvararnir vórðu býttir upp eftir aldursbólki.
Átta luttakarar vóru í hvørjum aldursbólki, og dystaðust hesir so innanhýsis, t.v.s. sjey umfør vórðu telvað. Umhugsunartíðin var 1/2 tími í part til hvør talvið. Úttøkukappingar til finaluna hava verið í november mánaði í Gøtu og Tórshavn, og vóru tað tey átta stinnastu í hesum báðum kappingunum, sum vóru við í finaluumfarinum.
Umframt at gerast føroyameistari luttekur viðkomandi í Norðurlandameistaraskapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Karlstad í Svøríki í februar mánað 2004. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum - luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina.
A - bólkur: Telvarar føddir 1984-86
Vinnari gjørdist Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Hann lat ongan iva vera um úrslitið. Telvað vórðu 4 talv og fekk hann fult stigatal. Við hesum tryggjaði hann sær luttøku til NM-kappingina sum verður í Svøríki í februar mánað 2004. Olaf hevur luttikið í NM í fleiri umførum og vunnið heiðursmerki til Føroyar.
B - bólkur: Telvarar føddir 1987-88
Atlantic Airways føroyameistari 2003 í B-bólkinum gjørdist Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag. Evnaríki telvarin vann kappingina sera sannførandi við fullum stigatali. Hóast Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag vann kvalifiseringskappingarnar sannførandi, varð neyðugt við umdysti ímillum Rógva, Fríbjarta D. Olsen og Hera Thomsen, tí allir fingu sama stigatal á øðrum plássinum. Í spennandi umdysti megnaði Rógvi Mortensen at tryggja sær 2. plássið og harvið eisini NM-pláss saman við Jón Gregersen.
C - bólkur: Telvarar føddir 1989-90
Atlantic Airways føroyameistari 2003 í C-bólkinum gjørdist Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag. Undan finaluni var væntandi at kappingin um meistaraheitið fór at vera ímillum Helga D. Ziska, sum vann undankappingar rættiliga sannførandi og Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag sum var á greiðum øðrum plássi í undankappingunum. Í finaluni dróg Rógvi Dragaberg longra stráðið og vann meistaraheitið meðan Helgi endaði á øðrum plássi. Á 3 plássinum endaði Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag - einasta gentan í finaluni.
D - bólkur: Telvarar føddir 1991-92
Atlantic Airways føroyameistari 2003 í D-bólkinum gjørdist Rógvi E. Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag. Rógvi Nielsen vann báðar undankappingarnar og megnaði somuleiðis at vinna meistaraheitið í finaluni. Rættiligur spenningur var um 2. plássið sum tryggjaði NM-luttøku - avgerðin fall í seinasta umfarinum ímillum Hjalta Toftum Jógvansson og Margar Berg og var tað Hjalti sum fór við sigrinum. Rógvi Nielsen og Hjalti T. Jógvansson luttóku í seinasta NM í E-bólkinum og luttaka teir báðir í NM-2004 í D-bólkinum. Rógvi vann bronsu í seinastu NM-kappingini.
E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni.
Atlantic Airways Føroyameistari 2003 í E-bólkinum, sum umboðar yngstu telvararnar, gjørdist Olaf R. Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag. Ongin av telvarunum hevur luttikið í NM áður. Neyðugt var við umdysti um 2. plássið tí Vørmadal-brøðurnir úr Vestmanna Talvfelag báðir fingu 5 stig. Í umdystinum vann Rúni Vørmadal og tryggjaði harvið NM-luttøkuna. Áhugavert var at fylgja tí bert 6 ára gamla Høgna E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, sum hóast unga aldurin megnaði at fáa 4 stig.
Til NM
Sum nevnt, so var FM-kappingin samstundis eisini úttøkukapping til NM-kappingina í 2004.
Tilsamans tíggju telvarar hava fingið boð um at taka lut í hesi kappingini, og eru hesi: Martin Poulsen, Olaf Berg, Rógvi Mortensen, Helgi Dam Ziska, Hjalti Toftum Jógvansson og Olaf R. Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag. Jón Gregersen og Rógvi E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag og Rúni Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag.