FM fer til Eiðis

Tað var ein alt annað enn nøgdur Sigfríður Clementsen, sum eftir dystin varð biðin um at gera viðmerkingar til tað, sum hann hevði sæð seinastu góðu 90 minuttirnar.

- Tað er forferdiligt, at vit enn einaferð síggja ein dyst, har dómarin ikki loyvir okkum at spæla fótbólt. Gaman í gevur hann nøkur kort, men tey kundu væl verið nógv fleiri í tali. Og gaman í leggur hann fimm minuttir afturat, men teir kundu væl verið dupult so nógvir. Eg skal ikki siga gøtumenn ringar fyri teirra spæl, tí teir fara akkurát hartil, sum teir sleppa, og tað er uppgávan hjá dómaranum at seta tað markið, segði B36-venjarin.
Tá tað var sagt, so staðfesti hann tó eisini, at hansara lið kundi avgjørt alt til egnan fyrimun.
- Vit skora ikki upp á okkara møguleikar, og teir skora so upp á tann einasta, sum teir hava, so í so máta kunnu vit bara takka okkum sjálvum.
Og var hetta seinasti FM-møguleikin, sum reyk í dag?
- Tað haldi eg róliga, at vit kunnu staðfesta. Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at EB/Streymur tekur FM. Og tað er fult uppiborið. Teir hava vunnið flest dystir. Teir hava skotið flestu málini. Hava fægst gul kort og so framvegis. Men tað er irriterandi, at FSF við síni dystarskrá leggur eitt óneyðugt trýst á okkum. Tá teir hava spælt áðrenn vit  og hava vunnið  so leggur tað eitt trýst á okkum, sum vit gjarna vildu verið fyriuttan. Og tað sæst eisini aftur í fleiri avgerandi støðum í dag, at mínir menn ikki eru nóg kaldir, helt Sigfríður.