FM favo­ritt­arnir fóru við stásinum

Ólavsøkukappróður Einasta undantakið var, tá ið Vestmenningur tók ólavsøkusigurin fyri nøsini á FM vinnaranum Eysturoyingi

Kappróður tá ið hann er bestur. Annað kann ikki sigast um teir báðar tímarnar, sum tað ólav­søkuaftan varð kappast á Havnarvág. Róðrarnir vóru seinkaðir í ein hálvan tíma, men tað gjørdi ikki mun, tí rógv­arar og áskoðarar høvdu einki ímóti at hugna sær og at súgva góða hýrin til sín, nú hetta róðrarárið var um at vera lið­ugt.
Onkur heldur kanska, at hetta var prógv um, at tað eigur at vera kappast á styttsta teininum og ikki á 1500 og 2000 metra málinum. Hitt sjónar­miðið er, at tað ger kappróðurin upp­aftur meiri fjøltáttaðan og ríkan, at tað viðhvørt verður kapp­ast á øllum teinunum, og at tað á Ólavsøku og á onkr­ari av hinum stevnunum bara verður kappast á stutta tein­inum.

Gullini
FM favorittarnir og vinnararnir vunnu allir á Ólavsøku – uttan Eysturoyingur. Vest­menn­ingur streyk avstað við ólav­søku­gull­inum, men Eystur­oyingur vann FM soleiðis, sum tað framm­an­undan varð roknað við.
Tvey feløg vunnu tvey FM. Tey vóru Argja Róðrarfelag og Kappróðrarfelagið NSÍ. Fugl­firðingar vunnu eitt FM, og eitt gullsett fór til Miðvágs. Og so er spurningurin, hvussu tað verður við gullinum í kapp­ingini millum 6-mannafør við monnum. Páll Fangi vann fyri sjeyndu ferð og var harvið ein­asti báturin, sum sigraði á øllum stevnunum í 2010. Stiga­talið sigur, at hetta ber eitt FM heitið til klaksvíkingar við sær, men sum skilst skal hesin spurningurin avgerast á skriv­ara­borðinum hjá Róðrar­sambandinum.
Í barnaróðrinum endaði tað við, at Havnar Róðrarfelag vann bæði kappingina mill­um dreingir og gentur. Eftir Vestanstevnu søgdu vit, at Teistin av Argjum hevði vunn­ið kappingina millum gentu­bátar. Tað gjørdu vit út frá stigatavluni, sum hon tá sa út. Síðani tá hevur umróður av róðr­inum á Norðoyastevnu verið millum Drekan og Teistan á Havnarvág. Tann róðurin vann Drekin, og tá ið Drekin vann aftur á Ólavsøku, er tað Drekin, sum er fyrsti meistari í barnakappingini millum gentur, og Títlingur hjá Havnar Róðrar­felag er fyrsti meistarin í barna­kappingini millum dreingir.
Sosialurin og Portalurin ynskja øllum vinnarunum til­lukku, og vit takka fyri eitt gott kappingarár!