So er tað álvari.
Fyrireikingarnar hava verið langar, og nú verður dagsskráin skift út við kapping um mál og stig.
Bara nakrar vikur eftir, at 2018 kappingin 27. oktober var av, fóru fyrstu feløgini undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Síðani í januar hava venjingardystir verið fleiri ferðir um vikuna, og nú er tað álvari.
Í dag fer bólturin á rull, og fram til 26. oktober verður í 27 umførum og 135 dystum kappast um, hvør skal vinna FM, hvørji skulu vinna atgongumerki at spæla í Europa í 2020, og hvørji skulu sleppa undan niðurflyting.
Tað verður leygardagin 26. oktober ella um 33 vikur. Fyrsta landskappingin var í 1942. Burtursæð frá 1944 hevur tað verið kappast um FM á hvørjum ári síðani tá.
Í dag verður farið undir FM kapping nummar 77.
KÍ – HB: Lars Müller kl. 15.00
Víkingur – ÍF: Alex Troleis kl. 15.00
NSÍ – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B36 – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
TB – AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00