Føroyameistarakappingin er fyri pinkur, smágentur og kvinnur, og tað verða lið frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag, sum fara á gólvið. Í januar kappaðust hesi somu liðini til steypakapping í estetiskum fimleiki, og tá var sera javnt millum feløgini, so tað verður sera spennandi at síggja, hvør fer avstað við føroyameistaraheitunum í ár.
Kappingin hjá pinkum og smágentum byrjar kl. 14, og kappingin hjá kvinnunum byrjar kl. 18. Atgongumerki fáast við dyrnar ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.