FM-eldri í amboðsfimleiki verður leygardagin

Um leygardaging og annan hvítusunnudag verður FM kappingin fyri eldru bólkarnar í amboðsfimleiki. Føroyameistari skal finnast hjá kvinnuunglingum, kvinnum, dreingjum, mansunglingum og monnum. Kappingarnar vera í Fimi og byrjað verður kl.14.00 báðar dagarnar.

 

Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir í hvørjum amboðið sær sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-eldri í hvørjum amboðið sær.

 

Feløgini sum eru til kappingina eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Støkk.

 

Kappast verður í øllum amboðunum. Fýra amboð á kvinnusíðuni og seks á mannfólkasíðuni.