FM í diskoskasti og spjótkasti

Mikudagin 19 juli skipaði Bragdið vegna DSF fyri FM í diskos kasti og spjót kasti. Kappingin fór fram í fagrasta veðri á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn.

Fyrst var kappast í diskos kast. Hjá kvinnunum vóru einans tveir luttakarar. Men hóast luttakara talið var lítið so var støðið stak høgt. Ingibjørg Poulsen byrjaði kappingina við at kasta 25,32 m, og var tað persónligt met. Randi setti eisini persónligt met við 19,48 m. Men í fimta umfari vísti Ingibjørg at hon kann meir enn at stoyta kúlu. Tá kastaði hon diskin út á 29,52 m og er tað nýtt føroyskt met. Tað gamla metið áttið Magna Thomassen úr Sandavági, og var tað sett í 1989 tað var 26,84 m.

Hjá monnunum vóru 3 luttakarar. Harafturat royndi tann 15 ára gamli Jákup Andrias Thomsen seg. Hann kastaði við tí diskos, sum 15-16 ára gamlir kasta við (1,5 kg) og var sostatt ikki við í kappingini um FM. Hann tveitti 18,84 m og er tað føroyskt met fyri 15-16 ára gamlar dreingir. Tveir gamlir kenningar royndu seg í hesi tekniskt torføru grein, nevniliga Heri Ziska, sum eigur tað Føroyska metið og Poul Guttesen sum hevur tikið seg nógv fram hetta seinasta árið. Óvæntaður spenningur bleiv um úrslitið, tá Heri Ziska skaddi sær skøvningin undir upphiting til kappingina. Tá kappingin fór í gongd kastaði Heri ikki í teimum fyrstu umførunum. Poul Guttesen legði seg á odda við einum kasti uppá 34,37 m. Tá Heri so royndi seg í fjóra umfari miseyðnaist kastið heilt, og væntaði man tá at hann fór at gevast, men royndi seg so aftur í fimta umfari og fekk tveitt diskos út á góðar 38 m. Hetta var nokk til at vinna kappingina, men ærukærur sum hann er, so vildi hann royna eitt kast afturat fyri at vita um tað ikki var møguligt at kasta útum 40 m. Tað gekk í 6. og síðstu roynd har hann kastaði 42,48 m. Hetta týðir uppá, at hann er stak væl fyri og um skaðin ikki hevði komi í vegin so hevði verði áhugavert at sæð hvussu langt diskos hevði flogi. Vónandi ferð hesin skaðin ikki at geva Hera trupulleikar, tá hann skal kappast um tað opna íslendska meistarahetið komandi vikuskiftið.

Í spjótkast luttóku 3 kvinnur og 7 mans. Hjá kvinnunum var tað Randi Kúrberg, sum legði seg á odda við einum persónligum meti uppá 25,15 m, men í harðari kapping við Jensiu Lamhauge. Í triðja umfari setti Jensia Lamhauge nýtt føroyskt met við 30,49 m, og helt man tá at kappingin var um at verða avgjørd, men Randi svaraði aftur beinan vegin við at seta nýtt persónligt met 28,17 m. Sostatt økti hon um sítt persónlig met við 5 m. Tað hendi tó ikki meir í hesi annars stak spennandi kappingini. Tað gamla metið átti Miriam Thomassen úr Sandavági. Sostatt mistu møggurnar báðar eitt føroyskt met sama dag.

Hjá monnunum var kappingin stak jøvn, og tað vóru ikki færri en 5 mans sum kastaðu meir enn 40 m. Tað var leingi spenningur um hvør fór at fara við sigrinum. Poul Guttesen, Líggjas Høgnesen og Heini Hanusarson Joensen kastaðu allir millum 43 og 44 m í fyrsta umfari. Men longu í næsta umfari setti Líggjas trumf á við einum kasti uppá ikki minni enn 46,66 m. Sostatt var tað mest spenningur um, hvør fór at fara við silvur merkjunum, og var tað Suni Davidsen sum í fjóra umfarið kastaði 43,68 m, sostatt fekk Poul Guttesen broncu merkjuni við 43,58 m. Hóast Heini bert var 56 cm frá silvurmerkjunum, so endaði hann beint uttanfyri medaljurøðina í síni fyrstu kapping, og má tað sigast at verða eitt stak gott úrslit.

Næsta kapping innan frælsan ítrótt verður komandi mikukvøld 26. juli. Tá verður kappast um FM í hamarkasti og Kúlustoyti. Hendan kappingin verður eisini við Eysturskúlan og byrjar hon kl. 18.30.




Tey endaligu úrslitini

í kappingunum vóru:

Diskos kast kvinnur

1.Ingibjørg Poulsen29,52 mFøroyskt met

2.Randi Kúrberg19,48 mPersónligt met


Diskoskast menn:

1.Heri Ziska42,48 m

2.Poul Guttesen34,37 mPersónligt met

3.Gunnbjørn Otthamar19,16 mPersónligt met


Jákup Andrias Thomsen18,84 m

Føroyskt met fyri 15-16 ár


Spjótkast kvinnur

1.Jensia Lamhauge30,49 mFøroyskt met

2.Randi Kúrberg28,17 mPersónligt met

3. Ingibjørg Poulsen14,24 m


Spjótkast menn:

1. Líggjas Høgnesen46,66 m

2. Súni Davidsen43,68 m

3. Poul Guttesen43,58 m

4. Heini Hanusarson Joensen43,12m

Persónligt met

5. Høgni Debes40,91 m

6. Gunbjørn Otthamar28,68 mPersónligt met

7.Jákup Andrias Thomsen 23,57 m

Persónligt metalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.

Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.


Tryggleikin

á gamalsaldri

Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.

Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.


Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag

Jóannes Eidesgaard