FM í dart í dag

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag. 32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar fara til Fuglafjarðar at dystast um FM-heitið í einmansleiki. Haraftrat verða hálvfinalur og finala í tvímansleiki, umframt finaluna í liðkappingini.

Byrjað verður klokkan 11.00 við innleiðandi bólkaspølum. Seinnapartin verða cup-dystir á skránni. Klokkan 16.00  verður finalan í liðkappingini millum D16 av Toftum og Havnar Dartfelag.

Frá klokkan 17:30 verða hálvfinalur og finalur í einmansleiki og tvímansleiki á skránni. Tá verður ein dystur í senn spældur uppá stóra pallinum. Televarpið sendir frá klokkan 17.30 og dystirnir verða eisini vístir á stórskíggja í hølinum. Vónin er at skapa rættuligan dartstemning í Mentanarhúsinum.

- Vit vóna at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa ein rættuligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum, siga fyrireikarnir í tíðindaskrivi.