Leygardagin 2. februar klokkan 11.00, skipa Bragdið og Frælsur Ítróttur Føroya fyri FM í crossrenning.
Kappingin fer fram í landslagnum í Hoydølum. Runnið verður á stóru fløtuni og niðan í viðarlundina, tó bert eystarumegin Hvítanesvegin. Umhvørvisstovan varar av stórum parti av renniteininum, og tey fegnast um, at vakra økið eisini kann nýtast til slík endamál. Hetta er fríøki, sum nógv fólk ganga túrar á, men hesa løtuna renningin er, eru tað rennarar, sum hava fremsta rætt til gøturnar. Kappingin er liðug klokkan gott 12. Kappingin er samstundis fjórða umfar av væl umtóktu vetrarkappingini hjá FÍF.
Cross-renning er ein øðrvísi, spennandi, krevjandi og stuttlig rennigrein. Og sjálvandi kunnu øll vera við. Rennararnir verða bólkaðir sundur í 9 bólkar. Dreingir og gentur renna tvey umfør, ella umleið 2,6 km. Øll hini renna 6 umfør, ella smáar 8 km. FM-heiðursmerki verða til trý tey fremstu í hvørjum bólki. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.renn.fo og skal verða avgreidd innan kl. 21 fríggjakvøldið.










