Í morgin verður FM-finaluumfar í tí alsamt vaksandi fyribrigdinum e-sport, nærri nágreiniliga í Counter-strike: Global Offensive, betur kent sum CS:GO.
Skipað hevur verið fyri einari føroyskari deild í hesum telduspælinum, og nú eru einans 20 leikarar eftir til sjálva finaluumfarið, har nógv verður gjørt burturúr.
Leikararnir, sum eru í finaluni, hittast í hølunum hjá Vodafone at kappast, og dysturin verður stroymaður beinleiðis við føroyskum frásøgufólkum.
Her heima eru hundraðtals spælarar á føroysku servarunum hvørja viku, og nú hava føroyingar hug at bjóða umheiminum av. Fyrsta stig verður, at vinnaraliðið tekur lut í íslendskari kapping við útvið 1000 spælarum.
- E-sportur er í stórum vøkstri um allan heim við professionellum kappingum og liðum. Vit vilja gjarna royna okkum við føroyskum liðum úti í heimi, sigur Rúni Winther Johnsen frá esport.fo.
Føroyska finaluumfarið verður spælt í morgin kl.15.00. Meiri kann lesast um kappingina á esport.fo.