FM í boccia á Skála

Føroyameistaraskapið í boccia var í í ítróttarhøllini á Skála. Tað var nýggja ítróttafelagið fyri brekað, Svanur, í samstarvi við Ítróttasambandið fyri brekað, sum skipaði fyri. 31 íðkarar við rørslu- og menningartarni luttóku.

Kappingin varð skipað í ymiskar deildir, har 8 teir bestu íðkararnir luttóku í FM-deildini. Harumframt vóru 1., 2. og 3. deild umboðaðar hjá menningartarnaðum, meðan bert tann eina deildin, nevniliga FM-deildin, var mannað hjá rørslutarnaðum.

 

Úrslitini:

 

FM-deildin hjá rørslutarnaðum:

1. Dánjal Jákup Djurhuus úr Svani

2. Martin Johannesen úr Klaksvíkar Kvøldskúla

3. Jens Christian Johannesen úr Klaksvíkar Kvøldskúla

 

FM-deildin hjá menningartarnaðum:

1. Unn Mortensen

2. Jonhard Haraldsen

3. Theodor Esmar Hansen

 

1. deild

1. Símun Petur Zachariasen úr Klaksvíkar Kvøldskúla

2. Jørgen av Vollanum

3. Ann Mari í Puntabyrgi úr Svani

 

2. deild

1. Ruborg Haraldsen

2. Eli Olsen

3. Allan M. Haraldsen

 

3. deild

1. Anfinn Jacobsen

2. Magni Mikkelsen úr Svani

3. Ingibritt Thomsen

 

Eftir lokna kapping varð ársins boccialeikari kosin. Hesin varð valdur út frá uppmøting, ídni og úrslitum hansara. Ársins boccialeikari 2009 gjørdist Asbjørn Ejdesgaard úr Svani.