FM í badminton

Sunnudagin verður avgjørt, hvørji verða føroyameistarar í meistarabólkinum í badminton

 

Badminton


Hetta vikuskiftið verður FM í badminton fyri meistarabólkin leikt í Badmintonhøllini í Havn. Leikt verður í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Lagt verður til brots leygarmorgunin klokkan 10.15, og síðani verður spælt allan leygardagin á tamb, til tað ætlandi er funnið fram til, hvørjir finaluluttakararnir verða.

Finalan í einmansleiki verður so á skránni sunnudagin kl. 13.00, og eftir hetta verður so farið til finaludystirnar í ávíkavist tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.