FM í amboðsfimleiki fyri eldru fimleikararnar

Tað er Føroya Fimleikasamband, ið saman við Fimleikafelagnum Støkk av Glyvrum, sum skipar fyri kappingini. Hendan verður í Ítróttarhøllini í Runavík, verður byrjað leygardagin klokkan 13.
Sunnudagin verða amboðsfinalurnar, har føroyameistarar verða funnir í hvørjum amboði fyri seg. Kappingin sunnudagin byrjar kl. 15.
Fimleikararnir fara báðar dagarnar at kappast á gólvinum og í lopi. Harafturat kappast kvinnuunglingarnir og kvinnurnar á bitanum, og mansunglingarnir og menninir kappast í ringunum.