FM á 1/2 marathon teini

Aftur í ár verður skipað fyri FM kapping í 1/2 marathon

Ein afturvendandi rennikapping seinastu árini hevur verið hálvmarathon í Havn.

Leygardagin 19. august fer Bragdið at skipa fyri hesari kappingini, ið er 21,1 km til longdar.


Teinurin

Byrjað og endað verður við Bursatanga, og byrjað verður kl. 13.00. Runnið verður niðan i býin runt um Telefonverkið og Sparikassan oman aftur til Bursatagna, og síðani

yvir við Strond har vent verður við tyrlupallin, og heimaftur til Bursatanga. Teinurin skal rennast 4 ferðir.

Skal fylgjast við í rennikappingini, er ivaleyst best at vera staddur á leið við Bursatanga, tá hetta er so at siga miðdepilin í renningini.


Somu favorittar

Í fjør vann Guttorm Sørensen úr Treystinum kappingina hjá monnum, meðan Rigmor N. Joensen vann kappingina hjá kvinnum. Tey bæði eru framvegis millum sterkastu rennarnar í landinum, og einki er at ivast í, at tey teljast millum favorittarnar leygardagin.

Umframt at vera FM á hesum teini, er kappingin eisini liður í sonevndu Daewoo Marathon kappingini, har rennararnir við at luttaka í nøkrum kappingum, renna heilt marathon til samans. Vinnarin verður so tann, sum hevur nýtt minst tíð til samlaða teinin.

Bragdið leggur dent á, at renningin er fyri øll sum eru 16 ár ella eldri. Tilmelding fer fram á staðnum hálvan tíma undan kappingini kl.12.30