Í kvøld kl 20 verður næsta innleiðandi umfar av tónleikakappinigini Fm´08 á í Reinsarínum í Tórsgøtu. Hesir eru bólkarnir, sum fara at kappast: Fatigue, Serenity, Collapse, Moustache, Reverb, Jónsvein og Aranea.
Atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar.
Tríggir bólkar koma víðari í kvøld, og verður finalan 6. desember, eisini á Reinsarínum.