Fm´08 finalan beinleiðis á netinum í kvøld

Finalan í tónleikakappingini Fm´08, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, verður send beinleiðis á internetinum Sum nakað nýtt fáa øll møguleikan at fylgja við í síðsta umfarinum av FM´08. Finalan verður send beinleiðis frá nýggju heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini: www.fabrikkin.fo

 

Øll kunnu fylgja við, óansæð hvar ið tey eru stødd, bara tey hava atgongd til alnótina

 

Bæði mynd og ljóð verður sent.

 

Finalan í FM´08 tónleikakappingini verður leygarkvøldið 6. desembur kl 20.00 í Reinsarínum

 

Hesir bólkar fara at kapping, um at gerast Føroya besti nýggi bólkur:

 

 

Moby the Pink Pilot, 3st, Oniontree, Reverb, Moustache, Collapse.

 

 

Atgongumerki á kr. 100,- fáast í Tutlhandlinum, í Margarinfabrikkini og við dyrnar.