Flytur úr B68 og til TB

Nikola Stoisavljevic, sum í ár vardi B68 málið, er nýggjur málverji hjá TB

Nú er nakað síðani, at tað var greitt, at danski málverjin Frederik Mehder ikki fór at halda fram at verja málið hjá TB.

Í dag boðar TB frá, at 23 ára gamli Nikola Stoisavljevic er nýggjur málverji hjá TB. Nikola Stoisavljevic vardi B68 málið í øllum 27 dystunum í 2020, og ikki minst í uppflytingardystinum ímóti AB, sum B68 vann 3-2 eftir longda kendist hann vera sannførandi millum stólparnar.

TB skrivar soleiðis um nýggja málverjan:

Navn: Nikola Stoisavljevic
Aldur: 23 ár

Persónlig mál fyri komandi kappingarár:
Eg fari at gera mítt fyri at lata so fá mál inn sum tilber, og hjálpa liðnum so nógv sum eg kann. Eisini ynski eg at venja so væl sum yvirhøvur gjørligt og geva meg 100% fyri liðið.

Mál fyri liðið komandi kappingarár:
At koma so langt upp á stigatalvuni sum møguligt. Eg vóni eisini, at vit vinna steypakappingina.

Yndis pláss á vøllinum:
Málverji