Flytir ikki heimaftur

Franski filmleikarinn Gérard Depardieu, sum flutti til Belgia fyri stuttum fyri at sleppa undan avgerðini hjá fronsku stjórnini at krevja 75 prosent í toppskatti frá háinntøkufólki, sigur nú, at tað fær onga ávirkan á hansara avgerð at flyta, at stýrisskipanardómstólurin hevur ógildað avgerðina hjá stjórnini.

Stýrisskipanardómstólurin er høgsti løgfrøðiligi myndugleiki í Fraklandi, men tíðindi úr París siga, at stjórnin ætlar sær ikki at sleppa ætlanini. Sum skilst fyrireikar stjórnin eitt nýtt lógaruppskot, sum verður í samsvari við landsins stýrisskipan, og sum skal leggja størri skatt á tey, sum forvinna meiri enn eina millión evrur um árið.