Í kvøld letur flytingarvindeygað aftur í føroyskum fótbólti. Alt bendir á, at talan verður um ein róligan dag við fáum – um nøkrum flytingum.
Landskappingin byrjaði fyri tveimum viku síðani, og flestu feløgini hava arbeitt skjótt í ár. Størsta ivamálið hevur verið í HB, sum hevur havt fleiri útlendskar spælarar til royndarvenjing, men tá alt kom til alt, so vóru tað føroysku Fróði Benjaminsen, Ári Mohr Jónsson og Øssur Dalbúð, ið komu afturat í hópin.
Víkingur arbeiddi við at fáa tað teir hildu vera ein norskan áleypara, men tá samanumkom, so var talan meiri um ein vong. Arbeiði bleiv tí slept. NSÍ fekk tilgongd av Nicolaj Køhlert, meðan Hákun Edmudsson bleiv leigaður út til B68.
Flestu flytingarnar hava verið á Argjum, har fleiri nýggj andlit eru í hópinum. 18 ára gamli Aron Clementsen hevur vant við AB síðani vetur, men tað er óvist um hann skiftur frá barndómsfelagnum, B71.
KÍ hevur fingið útlendska tilgongd, umframt Niels Paula Danielsen og Kristian Joensen, men her eru øll loyvini hjá Semir Hadzibulic ikki komin upp á pláss enn. TB hevur somuleiðis fingið tilgongd av fleiri útlendskum spælarum, men har eru øll loyvini upp á pláss.
Í løtuni bendir einki á, at talan verður um ein rokmiklan flytingardag.