Flytingarvindeygað flytast

Fótbóltur - Tað er óheppið, at fleiri spælarar kunnu fáa boð um lestrarmøguleika niðri tveir dagar aftaná, at flytingarvindeygað er latið aftur, so tí verður tað helst flutt næsta ár

Flytingarvindeygað, sum er fýra vikur langa skotbráið, feløg hava til at keypa og selja spæl­arar mitt um summarið, ligg­ur so óheppið fyri, at tað kann vera serstakliga óheppið fyri feløg, sum hava ungar spæl­arar, ið lúra eftir at sleppa nið­ur at lesa.
– Sum er, letur flytingar­vindeygað aftur 28. juli, men tey ungu, sum ætla sær niður at lesa, fáa ikki boð fyrr enn 30. juli. Vil illa til, kann eitt felag hava kanska tríggjar spælarar, sum fara avstað eftir ólavsøku, uttan at felagið hevur nakran møgu­leika at finna aðrar spæl­arar í stað­in, sigur venjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen.
Sjálvur hevur hann ikki henda trupulleika í ár, sjálvt um ein av hans­ara spælarum ætlandi fer niður at lesa. Tað er Poul N. Poulsen, men Bill sigur, at hóast hópurin hjá B68 kanska ikki er so breiður, hevur hann onkran at seta inn á plássið, Poul hevur røkt í lands­kappingini higartil.
– Men eg veit um onnur feløg, ið hava spælarar, ið ætla sær nið­ur at lesa, so tað kann vera, at tað kemur illa við hjá onkrum av teim­um, um tey ikki fáa handlað, tí flytingar­vind­eygað longu er latið aftur, sigur hann.

Verður eftirmett
Karl Vidtfeldt, formaður í kapp­ingar­nevndini hjá Fótbólts­sam­­bandinum, ásannar, at hetta kann geva summum fel­øg­um ein trupul­leika, men at tað tíverri ikki letur seg gera at broyta nakað í ár.
– Vit skulu í góðari tíð boða FIFA frá, nær okkara flytingar­vindeygað er, so í ár broytist einki. Alla tíð­ina royna vit at taka hædd fyri teimum ymsu umstøðunum, ið ávirka, nær tað er best at hava flyt­ingar­vindeygað opið, men eg má við­ganga, at henda trupulleikan hava vit ikki hugsað um, sigur hann.
– Men eg havi noterað mær hetta, so vit fara at taka tað upp, tá vit í heyst fara at eftirmeta hesa landskappingina, sum nú er í gongd. Er tað tá eitt ynski frá fel­øg­unum um, at vit skulu flyta flytingar­vind­eygað, so tey ikki skulu brenna seg av, at spælarar møguliga sleppa inn at lesa niðri, vilja vit fegin gera tað og boða FIFA frá tí.