Flytingargluggin er nú latin aftur

Her ber til at síggja hvørjar leikaraflytingar fóru fram í evstu løtu.

Flytingargluggin í føroyskum fótbólti lat aftur á midnátt, og tað vóru fleiri feløg, sum útvegaðu sær leikarar í evstu løtu. Niðanfyri sæst beinleiðis dagføringin frá seinasta løtuni undan gluggin lat aftur, og hvørjar leikaraflytingar vórðu framdar.


Kl.00.00: Flytingargluggin er nú latin aftur.


Kl.23:50: Í evstu løtu eydnaðist tað B36 at sleppa av við Ibrahama Camara, sum annars var settur at venja við næstbesta liðnum. Hann skal næsta hálva árið spæla við Giza/Hoyvík í triðbestu deildini. Tað skrivar facebook-síðan hjá felagnum.


Kl.23:01: Skála skrivar á facebook, at leiguavtala er gjørd við NSÍ um, at Jákup Andrias Gaardbo spælir restina av kappingarárinum við Skála. 19 ára gamli verjuleikarin hevur fyri tað mesta spælt á næstbesta liðnum hjá NSÍ.


Kl.21:53: TB skrivar á heimasíðu síni, at sáttmáli er gjørdur við tríggjar leikarar. Teir eru Kofi Appiah, sum er 26 ára gamal og ættaður úr Ghana, 19 ára gamli danskt-føroyski Jonas G. Hansen og 24 ára gamli Hanus Mortensen, sum eftir at hava búð í Danmark nú aftur verður at síggja í TB.


Kl.21:43: B36 váttar fyri in.fo beint nú, at sáttmáli er gjørdur við danska spælaran, 26 ára gamla Philip Lund, sum kann røkja flest øll framrættaðu plássini á vøllinum. Hann er uppvaksin í Vejle BK í Danmark, og eftir at hava spælt við Kolding FC og FC Fyn legði hann leiðina um hav til USA, har hann seinastu tvey árini hevur spælt fulltíðarfótbólt við Seattle Sounders FC og seinast Oklahoma City Energy. Í Seattle Sounders FC var hann liðfelagi við navnframar menn sum Obafemi Martins og Clint Dempsey. Philip Lund hevur eisini umboðað danska U19-landsliðið.


Kl.21:38: B36 hevur fyrr í kvøld sagt, at eingin avloysari fór at koma fyri Ibrahima Camara uttan at okkurt fór at stinga seg upp í allarsíðstu løtu. Og tað er júst tað, sum er hent. Meira um eitt lítið bil!


Kl.20:42: Hóast tað var upp á tal, at landsliðsmálverjin í 07 Vestur, Kristian Joensen, skuldi leita sær aðrar vegir nú í summarsteðginum, so heldur hann fram hjá felagsliðnum í Vágum, sum í løtuni er á 2. plássi í 1. deild.


Kl.20:01: Rasmus Dan Sørensen, sum hetta kappingarárið hevur verið útleigaður til EB/Streym, verður nú aftur partur av B36-hópinum. Hesum váttar hann sjálvur fyri in.fo í kvøld. Rasmus hevur verið darvaður av skaðum og hevur einans spælt við í níggju dystum í Effodeildini í ár. Rasmus hevur longu fingið sín comeback-dyst fyri B36. Hetta var 4. juli í 1. deild.


Kl.19:45: Søgur hava verið um, at René Tórgarð skuldi taka málmanshandskarnar upp á aftur og hjálpa EB/Streymi, nú Jákup Højgaard er farin til Skála at spæla. EB/Streymur vísir hesum leysasøgunum aftur, og tískil er tað líkt til, at Jákup Andrias Hansen fer at verja málið restina av kappingarárinum.


Kl.19:41: - Við hesum hópinum eru vit vísir í, at vit eru klárir at røkka málinum um yvirliving, sigur Thomas Juul S. Thomsen frá FC Argir um at Tróndur Jensen, Dion Splidt og Sorin Anghel eru innlimaðir í hópin.


Kl.19:40: Herfyri boðaði AB frá, at Tróndur Jensen var komin til felagið, og nú legst afturat, at Dion Splidt er komin heimaftur at spæla við AB. Eisini Sorin Anghel fer at spæla við aftur. Hinvegin fer Andras B. Vágsheyg av landinum, eins og Beinir Ellefsen og Hørður Mohr fara tað seinni í ár.


Kl.19:21: ÍF-formaðurin, Leif André Eliassen, váttar fyri Norðlýsinum, at sáttmáli er gjørdur við Boga R. Petersen, sum áður hevur spælt við ÍF og nú er komin heimaftur at styrkja um miðvøllin.


Kl.18:22: Tað er ikki bara Meinhard E. Olsen, sum royndarvenur í Vendsyssel FF. Tað ger René S. Joensen hjá HB eisini, og hann ætlar sær sáttmála. Les meiri um tað HER!


Kl.18:20: Tveir ungir NSÍ-arar royndarvenja í løtuni í Danmark. Talan er um 18 ára gamla Meinhard E. Olsen, sum roynir seg í Vendsyssel FF, og 19 ára gamla Hákun Edmundsson, sum royndarvenur í Vejle, har beiggi hansara, Jóan Símun, spælir.


Kl.18:10: Christian Høgni Jacobsen fer at spæla við NSÍ restina av kappingarárinum. Tað váttar NSÍ-venjarin, Trygvi Mortensen, fyri Norðlýsinum.


Kl.18:05: Magni Mouritsen í B36 váttar, at felagið hevur arbeitt við at finna sær aðrar loysnir til gapandi álopsplássið, nú Ibrahima Camara ikki er at finna í besta hópinum longur, men eingin avloysari er funnin. - Sum nú er, so kemur eingin nýggjur í hansara stað. Vit hava verið í samband við leikarar, men tað er ikki nakað, sum hevur verið áhugavert ella tøkt, sigur Magni.


Kl.17:58: B36hevur tveitt Ibrahima Camara á næstbesta liðið, og hóast meistararnir hava roynt at sloppið sær av við senegalesiska áleyparan, so hevur tað ikki eydnast og hann er tískil at finna í B36 til sáttmáli hansara gongur út við endan á kappingarárinum.


Kl.17:45: Sambært keldum hjá in.fo er tað um reppið, at Páll Mohr Joensen skiftir HB út við Víking. Enn er sáttmálin ikki endaliga komin upp á pláss, men tað væntast at vera í lagi áðrenn flytingargluggin letur aftur á midnátt.