Flytingar í fótbóltsheiminum: Hetta siga altjóða miðlar í dag

Flytingarvindeygað er opið og leysusøgurnar eru nógvar

Ndobele til Manchester United?

Hetta summarið hevur sum ikki einafer fyrr verið nógv tos um, hvønn leikara væl umtókta enska stórfelagið Manchester United skal keypa. 

Stór bløð sum (The Guardian) skriva í dag, at Manchester United hava gjørt avtalu við unga franksmannin Tanguy Ndombele, ið hevur spælt við Lyon síðan 2017. Prísurin fyri leikaran er enn ikki avgjørdur. Lyon forsetin Jean-Michel Aulas, hevur sagt við franskar miðlar, at bæði Manchester feløgini og Tottenham hava spurt seg fyri viðvíkjandi einum keypi av 23 ára gamla stjørnuskotinum.

##med2##

Skal Jorginho fylgja Sarri til Juventus?

Nógv tos hevur verið um Chelsea miðleikaran Jorginho skal fylgja fyrrverandi venjarinum Maurizio Sarri til Juventus. Jorginho skifti síðsta summar til Chelsea við Sarri. Sarri dámar sera væl Jorginho sum spælara, og hann tók eisini Italska miðvallarin við sær frá Napoli, til Chelsea í fjør summar.

Spurningurin er, um Sarri eisini tekur Jorginho við sær til Juventus, men sambært italska blaðnum (Football Italia) verður tað av ongum.

##med3##

Hvør skal keypa De Ligt?

Mest umtalaði leikarin í summar er uttan iva niðurlandsmaðurin Mattias De Ligt. Øll stórfeløgini í Evropa hava verið umtalað viðvíkjandi einum keypi av De Ligt. Í løtuni sær tað út sum, at Real Madrid og Paris Saint Germain eru tey bæði liðini, ið síggja út til at føra stríðið um 19 ára gamla verjuleikaran. Hetta skriva tey flestu av teimum stóru bløðunum, sum til dømis Sky Sports í dag.

Ikki er vist hvar De Ligt endar, men tað byrjar at síggja út sum, at PSG er fremsta liðið í stríðnum. PSG fara eftir øllum at døma eisini at selja verjuleikaran Kimpempe og dýrasta leikaran nakrantíð, Neymar. PSG mangla í øllum førum ikki pengar, men teir síggja serstakliga fíggjarliga sterkir út, um teir selja Kimpempe og Neymar.

De Ligt fer eftir øllum at døma at kosta heili 720 milliónir krónur, og umboðsmaður hansara sigur, at teir fara ikki at góðtaka minni enn 2,8 milliónir krónir í løn um vikuna. Tí eru tað bara nøkur heilt fá feløg, ið kunnu keypa 19 ára gamla stjørnuskotið.

##med4##