Flytingar í botninum

Onkrar broytingar verða í botninum á stigatalvuni eftir dystirnar í miðvikuni


 

Hondbóltur ? kvinnur


Av misgávum umrøddu vit ikki komandi dystin millum Kyndil og Sóljuni í týsdagsútgávu okkara. Hestin dysturin skuldi leikast á Hálsi týskvøldið eftir evstamark okkara.

Her verður tað setningurin hjá báðum pørtunum at vinna sær tvey harðliga tiltrongd stig, soleiðis at eitt sindur av frástøðu kann fáast til niðastu sessirnar. Fyrra dystin millum liðini vann Kyndil við einum máli, og so er spurningurin, hvørt tær megna eina endurtøku av hesum.


Torført hjá StÍF

Á Skála kemur VÍF á vitjan hjá StÍF, og her er einki at ivast í, at VÍF er risastórur favorittur. Tað hevur verið mest sum leikandi lætt hjá verjandi meistarunum higartil í ár, og einki er, sum bendir á, at StÍF megnar at steðga sigursrøðini.