Flytið tykkum – her koma Føroyar

HM í Algeria: Tað er við góðari hjálp at føroyska U21 landsliðið kemur fram og aftur

Føroyska U21 landsliðið í hondbólti spældi í gjár fimta og seinasta dystin í bólkaspælinum í HM endaspælinum í Algeria. Føroyar taptu 32-23 fyri Ungarn. Føroyar eru víðari sum nummar fýra í bólkinum, og skulu spæla móti Fraklandi í 1/8 finaluni í morgin.

 

Síggj sjónbandabrotið við at trýsta á pílin á myndini

 

Hvørja ferð føroyska liðið skal koyra teinin til høllina, ella skulu á útferð, so er tað við løgreglumotorsúkklum á odda. Ferðslan í Algeria er nakað óskipað, men hernaðarløgreglan tryggjar at føroyska liðið kemur fram í øllum góðum.

 

Túrurin frá gistingarhúsinum til høllina tekur áleið eitt korter. Nakað styttri, tá ongin trafikkur er, meðan tað eisini kann taka longri, tá nógvur trafikkur er. Á sjónbandabrotinum sæst ein partur av heimferðini, eftir dystin móti Ungarn í gjár.

 

Landsins leiðsla hevur boðað frá, at hondbóltsgestirnir til HM endaspælið hava serligan raðfesting, tá tað kemur til trygd. Tað sæst eisini í høllini, har hernaðarløgreglan eisini er til staðar. Higartil hevur føroyski hópurin einki kent til, at tað til tíðir er ófriður í Algeria.

 

Føroyska liðið skal í morgin spæla 1/8 finaluna móti Fraklandi. Dysturin byrjar klokkan 14. Rás2 byrjar at senda klokkan 13 og sigur frá dystinum.