Ísland
Íslendingar eru í størri og størri mun farnir at flyta feskan fisk av landinum við flogfari til marknaðirnar í Evropu og USA.
Tað tekur minni enn tvey samdøgur frá tí, at fiskurin er veiddur, til hann liggur í frystidiskunum hjá stóru matvøruketunum í Evropu og USA.
Íslendingar hava lagt so stóran dent á flutningin við flogfari í ár, at teir nú flyta størri nøgdir av feskum fiski loftvegis enn sjóvegis.
Útflutningurin av feskum íslendskum fiski er vaksin eini 30% seinastu 4-5 árini.