Um vikuskiftið verður almenn móttøka í sambandi við at røktarheimið á Grønanesi nú er liðugt og verður tikið í nýtslu.
- Bíðað hevur verið eftir hesum degnum leingi, og tí eru vit spent at flyta inn, sigur leiðarin fyri røktarheimið, Mia Petersen.
Pláss er fyri 24 búfólkum, og í fyrsta umfari flyta tey sjey fólkini inn, sum higartil hava búð á sambýlinum í Vestmanna, umframt tey trý fólkini úr Vestmanna, sum higartil hava búð á Mørkini á Streymnesi.
- Her er eitt framúr útsýni og viðurskiftini verða heilt ørvísi enn tað, sum hevur verið á sambýlinum. Her fáa búfólkini egin rúm við egnum toiletti og tekøki, og eisini hjá starvsfólkunum verða umstøðurnar munandi betri, sigur Mia Petersen.
Hey eru tilsamans 37 starvsfólk, men fleiri arbeiða ikki fulla tíð. Tilsamans eini 27-28 fulltíðarstørv eru tengd at nýggja røktarheiminum.
Birgir Waag Høgnesen tók myndina.