Flyta inn í býirnar

Kanningar í Brasil vísa, at indianararnir har gerast altsamt fleiri og fleiri í tali, og at tann indianski parturin av fólkinum veksur seks ferðir skjótari enn hin parturin. Tað hevur havt við sær, at í dag eru umleið 740.000 indianar í Brasil, og tað er tvær ferðir so nógv sum fyri tíggju árum síðani.

Men kanningarnar vísa eisini, at teir brasilsku indianararnir búgva ikki á bygd longur. Tvørturímóti búgva 52 prosent í teimum stóru býunum. Har vóna teir at fáa arbeiðið, men royndirnar vísa, at teir flestu enda í fátækrabýlingunum. Teir duga illa portugisiskt, nógvir duga ikki at lesa og at skriva, fleiri drekka ov illa, og nógvir teirra fáa ymsar sjúkur, sum annars ikki hava verið vanligar ímillum indianararnar.

Summir indianarar, sum flyta til stórbýirnar, eru so hepnir at fáa okkurt arbeiði sum hjálparfólk, meðan aðrir royna at lívbjarga sær við at selja stórbýarfólkinum indianska list. Brasilska stjórnin hevur skipað nøkur øki í Amazonas-økinum til indianararnar, so børnini kunnu ganga í skúla, og hetta hevur givið góð úrslit, skrivar AP.