Flyta inn 1. mai

Handlar, heilsølur og goymsla lið um lið í nýggjum bygningi á Hálsi

Havn: Nú byrjar av álvara at nærkast degnum, tá tann nýggi bygningurin á Smyrilsvegi verður liðugur.
Tað er Tummas Hanus Dam í Havn sum eigur nýggja bygningin, sum enn er í gerð. Hann eigur frammanundan fyritøkurnar Damfar og Ítróttur, og verður miðað eftir, at Damfar skal flyta hagar um ein góðan mánað.
Ætlanin er somuleiðis, at Ítróttur skal flyta goymsluna hjá handlinum í bygningin, hóast bygningurin tá ikki verður heilt liðugur. Tað verður hann ikki fyrrenn seinni í summar.
Umframt hesar báðar fyritøkurnar er eisini gjørd avtala um, at Farpack fer at leiga einar 600 fermetrar av bygninginum. Hóast hesar tríggjar fyritøkurnar skulu flyta inn, er kortini pláss fyri enn meiri virksemi í bygninginum.
Tumma Hanus Dam sigur, at pláss er framvegis fyri tveimum handilshølum aftrat. Men hann vil ikki upplýsa, hvørjir handlar fara at verða í tí nýggja bygninginum í framtíðini.
Samlaða gólvvíddin í bygninginum, sum er í tveimum hæddum, er 2500 fermetrar. Uttan grundøkið er kostnaðurin mettur til einar 14 mió. kr.