Amerikanska verjumálaráðið sigur, at tveir fangar eru fluttir úr leguni í Guantanamo. Annar er fluttur til Letlands og hin til Spania. Verjumálaráðið sigur, at menninir eru formliga útflýggjaðir, og at hetta er lið í arbeiðinum at tøma Guantanamo-leguna.
Í síðstu viku vórðu tveir aðrir fangar sendir til ávikavist Algeria og Cap Verde, og sambært verjumálaráðnum eru 176 fangar eftir í Guantanamo nú.
Amerikonsku myndugleikarnir vilja ikki siga, hvat tað eru fyri fangar, sum eru sendir av landinum, men spanska innanríkisráðið sigur, at maðurin, sum er komin hagar, er úr Afghanistan.
Barack Obama, forseti, ætlaði upprunaliga, at teir seinastu fangarnir skuldu fara úr Guantanamo í januar í ár, men tað hevur víst seg at vera torførari enn væntað at fáa onnur lond at taka ímóti fangunum.