Tað var tann tíð, tá túsundtals russar vórðu noyddir at flyta eystur til Sibiria, men nú ætla myndugleikarnir í Moskva at gera tað øvugta.
Russland hevur havt stóran búskaparligan vøkstur tey seinastu árini, men tey, sum búgva í teimum fjarskotnu bygdunum og býunum har eysturi í Sibiria, hava fingið lítið burtur úr framburðinum. Har eru nógv tvørturímóti endað í fátækradømi. Hendan trupulleikan ætla myndugleikarnir í Moskva at loysa, og teir hava tí gjørt av at flyta millum 200.000 og 600.000 fólk úr Sibiria til leiðir í Mið- og Suðurrusslandi. Myndugleikarnir hava gjørt greitt, at fólk verða ikki flutt, vilja tey ikki flyta.
Russiska stjórnin hevur sett einar 200 milliónir krónur av til ætlanina, og harafturat hevur Heimsbankin játtað Russlandi 300 milliónir krónur í stuðuli til teirra, sum velja at flyta úr Sibiria.










