Játtanin til skúladepilin í Marknagili lækkar við 68 milliónum krónum næsta ár. Tað framgongur av uppsktoinum til løgtingsfíggjarlógina fyri 2016, sum løgtingið fer at viðgera við aðru viðgerð í morgin.
Orsøkin er, at byggitíðin er longd, og at pengarnir skulu brúkast í 2017 í staðin fyri 2016.
Skúladeplin í Marknagili skal verða liðugur í 2017.