Arbeiðsvanlukka
Ungi maðurin, sum arbeiddi við grótlaðing fyri byggifelagið J&K Petersen, varð mánadagin lagdur undir skurð á sjúkrahúsi í Danmark.
Frá byggifelagnum varður sagt, at tað einasta tey vita, er, at skurðviðgerðin gekk væl, og at maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum.
Sum skilst eru vónir fyri, at skaðin ikki er so álvarsligur, sum fryktandi var fyri av fyrstan tíð, siga tey.










