Aftur í morgun kom ein maður heilt illa fyri í fjøllunum omanfyri Gøtu.
Løgreglan sigur, at talan var um tveir danir, sum vóru farnir á fjøllini, men við Eggjarvøtn oman fyri Gøtugjógv var tann eini áhaldsin, og fór á glið.
Hann fór einar 150 metrar oman ígjøgnum brattan, áðrenn hann steðgaði aftur.
Tá ið hin skuldi ringja eftir hjálp, varð onki battarí á telefonini, so hann skundaði sær oman í bygdina eftir hjálp.
Løgreglan sigur, at boðini komu klokkan 10.50 og tey sendu tyrlu og bjargingarfólk eftir manninum, og tey fingu hann á Landssjúkrahúsið, hagar hann kom undir læknahond ein tíma eftir fráboðanina.
Hóast fallið var stórt, var maðurin við vit, men hann hevði ilt undir síðuni.
Løgreglan sigur, at boðini av Landssjúkrahúsinum eru, at maðurin er ikki í lívsvanda, men meiri vita tey ikki.
Hetta er fjórðu ferð hetta síðsta samdøgurið, at tilbúgvingin verður boðsend at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri í fjøllunum og á báti. Ólukkuligast gekk í Gøtu í gjáramorgunin, har ein maður datt oman.
Les eisini: Datt oman í Gøtu og doyði
Les eisini: Máttu í fjøllini at bjarga óhepnum ferðamanni
Les eisini: Máttu biðja um hjálp undir Kalsoynni