Eliesar Sørensen, sum var ættaður úr Fugloy, átti hesi húsini, sum Klaksvíkar kommuna keypti fyri nøkrum árum síðani, tí tey stóðu í vegin fyri menningini. Húsini vórðu boðin út til niðurrívingar, og Gunnar Gunnarsson beyð upp á niðurtøkuna og flutti húsini í heilum líki.
Gunnar keypti fyri nøkrum árum síðan húsini hjá Egil Lindal við Stangavegin við 1400 fermetra stórum grundstykki, sum síðan varð matrikulerað sundur í tvey stykkir. Á niðara stykkinum hevur hann gjørt ein grund klára til gomlu húsini.
Eitt stórt fyrireikingararbeiði mátti gerast, áðrenn húsini kundu flytast. Tveir H-dragarar vórðu lagdir húsini og sveisaðir saman, soleiðis at tey kundu lyftast.
Tað er byggivirkið Sp/f Norðhús v.Rógva Josephsen í Klaksvík, sum hevur staðið fyri flytingini, og kranin og lastbilurin vórðu leigað frá Løvubetong við Norðskála.
Húsini við dragarum vigaðu 18 tons, so tað skuldi ein stór kontravekt til fyri at kunna lyfta húsini upp tey ovaru húsini og á grundina. Gunnar sigur, at arbeiðið gekk sera væl og húsini komu á grundina uttan at fáa nakran snudd. Húsini, sum eru bygd í 1932, eru annars púra frísk og skulu nú setast í stand, vindeyguni skulu skiftast og tey skulu skifta klædning og bjálvast.
mg










