Suðuroyarsiglingin
Rættiliga nógv fólk úr miðstað vóru á jóansøku í Vági seinasta vikuskifti.
Strandferðslan hevur gjørt tølini upp fyri, hvussu nógv ferðafólk vóru við Smyrli seinasta vikuskifti.
Og tølini vísa, at hósdagin, fríggjadagin og leygardagin flutti Smyril heili 2.500 fólk úr Havnini, til Suðuroyar.
Hesar somu dagarnar vóru 382 persónbilar suður við Smyrli.
Í Suðuroy búgva 5.000 fólk, so á jóansøku vaks fólkatalið eini 50%.
Hósdagin vóru 406 fólk og 93 bilar suður. Fríggjadagin vóru 1300 fólk suður við smyrli og 265 bilar og leygardagin vóru 660 fólk suður og 24 bilar. Men leygardagin var hann fullur av kappróðrarbátum.
Fleiri túrar
Hesa jóansøkuna hevði Strandferðslan annars lagt á annan bógv við tað, at siglt varð munandi meiri enn undanfarin ár.
Á jóansøku undanfarnu ár hava trupulleikar javnana tikið seg upp, tí nógv fólk hava staðið eftir, sum ikki eru sloppin við Smyrli.
Men í ár sigldi Smyril tríggjar ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna fríggjadagin og tvær ferðir leygardagin.
? Hetta vísti seg, at rigga avbera væl, tí ongatíð áður hevur ferðafólkaflutningurin á Jóansøku gingið so væl sum í ár, sigur Andrass Jensen, ferðafólkaleiðari hjá Strandferðsluni.
Tó varð Smyril seinkaður ein tíma fríggjadagin. Men tað komst av, at suður fríggjarmorgunin vóru fleiri serligir bilar við og tað gjørdi at tað gekk ikki so væl at lasta Smyril, sum ætlanin var.
? Men tað vísti seg at tað hepnaðist væl at javna flutningin. Tá ið fáir túrar eru, mestsum trokast fólk umborð. Men nú, vit sigldu fleiri túrar, gjørdi ferðafólkið tað, at tey býttu seg væl sundur ímillum teir ymsu túrarnar.
Norðuraftur hevur heldur ikki verið nakar trupulleiki, uttan tann eina túrin mánadagin, tá ið tveir bilar stóð eftir.
? Tey, sum fóru suður, vóru fyri ein part suðuroyingar, sum vórðu verandi í Suðuroy og annars fóru fólk norður aftur so hvørt, tey fyrstu fóru norður aftur leygarkvøldið, og annars fóru fólk norður aftur sunnudagin og mánadagin.
Men leygardagin, sunnudagin og mánadagin fóru 2100 fólk norður við Smyrli og 298 persónbilar.
Andrass Jensen sigur, at av tí, at ferðafólkið varð býtt sundur ímillum fleiri túrar, far tað eisini róligari og friðaligari umborð, enn tað mangan hevur verið á jóansøku.
? Tá ið túrarnir hava verið fáir, eru fólk mestsum løgtst á skipið fyri at sleppa við og tað hevur elvt til trupulleikar, bæði hjá manning og ferðafólki. Men tað sluppu vit undan hesuferð, sigur ferðafólkaleiðarin hjá Strandferðsluni.
Leygardagin vóru eisini serlig vaktarfólk við Smyrli at tryggja friðin umborð.