Í dag var Ringlasteinur, sum vigar 15,6 tons, fluttur nakað frá landi úr Heimistovubønum á Glyvrum, har hann hevur ligið í øldir, og síðani settur niður inni við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum. Ringlasteinur hevur ligið tungur í sjónum, onkuntíð yvir og aðrar tíðir undir sjóvarmálanum.
– Nýggjar tíðir hava tað við sær, at inntriv frá tíð til aðra vera gjørd í landafrøðina. Mong av skerunum útfyri fjøruni av Lambareiði út í Heiðarnar/Runavíkina eru farin undir heilt í havnaútbyggingunum, ið hava verið, og nú grót fer at vera flutt úr Eysturoyartunlinum yvir um fjørðin, var vandi fyri, at okkurt av kendu skerunum í økinum stóð fyri tørni at hyljast undir grótfylluni, upplýsir Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
–Borgarstjórin og havnarmeistarin hava í eina tíð tosað um, hvat gerast skuldi, nú Ringlasteinur stóð fyri falli. Fyrst av øllum ráddi um at senda froskmenn niður at kanna, um tað lættliga bar til at taka hann upp – ella rættari, um hann var leysur ella fastur. Staðfest var fyri tíð síðani, at hann stóð leysur á botni. Eftir tað var farið undir fyrireikingina at taka hann upp, áðrenn grótflutninguin byrjar yvir um fjørðin, upplýsir Runavíkar kommuna.