Flutt á meginlandið í øllum góðum

Í gjár fór tyrlan eftir teimum næstan 30 fólkunum, sum vóru veðurføst í Mykinesi. Tey flestu fegnaðust, men tað skilst, at nøkur harmaðust, at tey nú vórðu flogin inn á meginlandið Síðan sunnudagin høvdu næstan 30 fólk verið veðurføst í Mykinesi, eftir at tey høvdu verið á mentannarstevnu í oynni. Ivaveður var longu sunnumorgunin, um tað fór at bera til at flyta fólkini sjóvegis aftur á meginlandið, og seinnapartin sunnudagin varð greitt, at fólkini ikki sluppu aftur til Vágar við Súluni.

Tað skiltist, at ongin mjólk var eftir í oynni, men fólk høvdu tað gott, og vóru ikki í neyð á nakran hátt.

Heldur ongin túrur var ætlaður við tyrluni fyrr enn mikudagin, men tyrludeildin hjá Atlantsflogi gjørdi seinnapartin í gjár eykatúrar, fyri at fara eftir teimum 30 fólkunum.

Um fimmtíðina í gjár lendi fyrsta tyrlan, sum varð send til Mykinesar eftir fólkunum, og síðan vórðu tveir túrar afturat gjørdir, fyri at fara eftir teimum seinastu fólkunum, sum ikki vóru sloppin úr aftur oynni.

Ofta veðurføst

Sambært mykinesfólki kemur tað meira enn so fyri, at tey ikki sleppa av oynni sjóvegis, og tyrlan flýgur ikki so ofta til Mykinesar.

- Eg haldi, at hetta vísir, at tey í Mykinesi hava alt ov ringt tyrlusamband, sigur Inga Poulsen Dam, prestur, sum hevði verið í oynni og hildið gudstænastu sunnudagin.

Hon fegnast somuleiðis, at tað bar til at halda gudstænastu í oynni, hóast ivaveður var, og hon fegnast eisini, at tyrlan gjørdi eykatúr

Tað vóru tó nakrir, ið vóru í polterabend í oynni, sum vóru eitt sindur harmir um, at teir nú skuldu heimaftur.