Seinnapartin í dag var bjargingarbáturin, Lív, tilkallaður til Nolsoyar eftir eini kvinnu ið hevði verkir. Lív við manning, umframt tveir mans frá sjúkrabilatænastuni, fóru í skundi til Nólsoyar eftir kvinnuni.
Um sama mundi var bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways á venjingarferð.
- Av tí at líkindni at sigla vóru sera ring, var avrátt at tyrlan skuldi lenda í Nolsoy, og føra kvinnuna um fjørðin.
Tyrlan lendi í Nolsoy stutt eftir at Lív var komin til Nolsoy, og kvinnan var førd um fjørðin í øllum góðum, sigur Andreas Mouritsen á Atlantsflogi.
Av tí at tyrlan ikki var manna við bjargarum á hesum túri, kom manning frá Lív umfram manning frá sjúkrabilatæanstuni við tyrluni.