Avtøka av flutningsstuðulsskipanini og í staðin lækka flutningskostnaðin við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins. Hetta hevði verið ein munandi betur loysn fyri vinnulívið í útjaðaranum, og hevði framt veruliga økismenning. Hetta hevur verið víst á og úrslitið er, at fyrst Henrik Old, og síðan Finnleif Guttesen, hava lagt undirritaðu undir at vilja útjaðaranum ilt. Hetta má verða ein missskiljing, tí veruleikin er júst tann øvugti.
Beinleiðis rakstarstuðul
Flutningsstuðulin varð upprunaliga latin fyri at javnstilla fiskaframleiðarar í útjaðaranum við fiskaframleiðarar í meginøkinum. Kravið um at 30% av landaða fiskinum skal fara um uppboðssølu, og havandi í huga, at uppboðssølur ikki vóru runt alt landið, varð ynskiligt at geva flutningsstuðul fyri at javnstilla keyparar runt landið. Seinni er lógin tó broytt fleiri ferðir, og letur skipanin nú eisini stuðul til flutning frá landingarstaði og -miðstøð - um selt verður umvegis uppboðssølu.
Stuðulin verður latin í oyrum pr. kg., og er soleiðis ein beinleiðis rakstarstudningur.
Kravið fyri at fáa flutningsstuðul er, at firðir ella sund skilja landingarstað og keypara/framleiðsluvirkið, og kunnu í dag øll virkir, ið flyta feskan fisk ella feskar fiskavørur um firðir og sund, fáa stuðul úr skipanini - uttan mun til, um hesi eru í útjaðaranum ella í meginøkinum. Tí er talan um stuðul til virkir í meginøkinum, eins væl og í útjaðaranum.
Økismenning - ella økistálman ?
Skipanin er kappingaravlagandi, tí hon letur bert stuðul til flutning av feskum fiski og feskfiskavørum, og javnstillar tí als ikki kappingina í føroysku fiskivinnuni. Eisini stimbrar hon ikki áhugan at økja um kappingarførið. Harumframt elvir skipanin til, at framleiða ta vøru, ið verður nevnd í lógini um flutningsstuðul, hóast tað kann verða, at framleiðsla av aðrari vøru hevði givið størri avkast til fyritøkuna, økið og samfelagið. Tí er við skipanini ikki talan um økismenning - kanska heldur tvørturímóti.
Stuðul, ið er kappingaravlagandi og tálmar virðisøking
Dømi um avlagandi ávirkan av flutningsstuðulsskipanini er, at virkir, ið framleiða fesk fiskafløk fáa stuðul bæði tá umræður at flyta feska fiskin til virkið, og tá umræður at flyta lidnu vøruna til eina avskipingarhavn. Hinvegin fáa eitt nú virkir, ið framleiða frysta fiskavøru ella saltfisk bert stuðul at flyta fiskin til virkið, men ikki at flyta lidnu vøruna til avskipingarhavn. Hetta er ikki bert kappingaravlagandi, men stimbrar somuleiðis uppundir ikki at meirvirka fiskin til annað enn feskfiskavøru - tí so fæst minni flutningsstuðul.
Flutningsstuðulsskipanin er eitt dømi um, at tað almenna ikki heldur seg til at skapa karmar, men blandar seg og avlagar vinnuligu framleiðsluna. Hetta er ein sera óheppin partur av skipanini, í hvørtfall um ynskt verður at stimbra fjøltáttan, meirvirkan og øktari virðisskapan í fiskivinnuni.
Lutfalsliga stórur umsitingarkostnaður
Flutningsstuðulsskipanin krevur somuleiðis umsiting hjá tí almenna, eins væl og hjá hvørji einstakari fyritøku, ið søkir um henda stuðul. Í 2000 varð latin um 3,4 mió. kr. í flutningsstuðli, og í 2003 er henda upphædd skerd til 2,5 mió. kr. - men afturat hesum kemur kostnaðurin av umsiting runt landið. Umsiting, ið óivað er stór sæð í mun til veittu stuðulsupphæddina.
Stuðul helst minkað flutningsmøguleikar hjá útjaðaranum
Ein av harmiligu avleiðingunum av flutningsstuðlinum er, at skipafeløgini nú hava minni orsøk til at avskipa í útjaðaranum. Í samband við viðgerðina av lógini um flutningsstuðul í vinnunevndini í 1998 og 1999 gjørdu skipafeløgini - Eimskip og Skipafelagið Føroyar - eisini vart við, at lógin varð kappingaravlagandi og kundi elva til at skipafeløg í størri mun fóru at leggja seg eftir at avskipa frá havnum í meginøkinum - sí álit í tingmáli nr. 51/1998.
Peningaligi fyrimunurin hjá virkjum at fáa avskipað vøru úr útjaðaranum í mun til at flyta vøruna til meginøkið og avskipa hesa har, datt stórtsæð burtur tá flutningsstuðulsskipanin kom. Tí tá fekst almennur stuðul at flyta fiskavørur eitt nú við Smyrli til Havnar, fyri síðan at verða avskipað og flutt til útlandið. Skipafeløgini spara somuleiðis tíð og pening við at avskipa úr fáum havnum í meginøkinum, heldur enn eisini at leggja at í eitt nú Suðuroynni.
Heldur enn at skipafeløg rinda prísin fyri at avskipa í útjaðaranum kemur landskassin tí nú at rinda - umvegis flutningsstuðulsskipanina. Flutningsstuðulsskipanin kann tí somuleiðis síggjast sum ein óbeinleiðis stuðul til Strandfaraskip Landsins og innanlands flutningsfeløg, ið hava fingið meira virksemi.
Nevnast kann, at Skipafelagið Føroyar gavst at avskipa í Suðuroynni eftir at flutningsstuðulsskipanin kom at virka. Nógv bendir tí á, at hetta hevur samband við at flutningsstuðulsskipanin varð sett á stovn. Fyri tær fyritøkur, ið ikki fáa flutningsstuðul, tí tær ikki framleiða júst tað, ið er fest á blað í flutningsstuðulsslógini, er hetta ein eyðsæddur vansi.
Avtaka flutningsstuðul - heldur bíligari flutningskostnað
Øll hava vit áhuga í, at fiskivinnan og allar aðrar vinnugreinir skulu hava góðar umstøður runt alt landið. Hesum hevur ikki minst Tjóðveldisflokkurin virkað fyri. Men henda økismenning skal sjálvsagt ikki gerast við avlagandi beinleiðis almennum studningi. Tað almenna skal hinvegin skapa góðar karmar eitt nú tá umræður gjøgnumskygt og javnbjóðis lógargrundarlag, vælferðartænastur, útbúgving og gransking v.m. - karmar, ið birta uppundir menning og betur kappingarføri.
Eisini er leikluturin hjá tí almenna at veita góðar og javnbjóðis samskiftis- og samferðslumøguleikar. Og flutningsstuðulsskipanin er ikki loysnin í hesum sambandi.
Heldur enn at lata útvaldari framleiðslu innan ávísa vinnugrein flutningsstuðul, átti alt vinnulívið í útjaðaranum at fingið betri karmar umvegis bíligari flutningskostnað við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins. Hetta hevði framt veruliga økismenning, og hevði betrað og javnstillað kappingartreytirnar hjá vinnulívinum í útjaðaranum.
Samanumtikið má tíverri sigast, at flutningsstuðulsskipanin, ið varð ætlað at verða ein tænasta til útjaðaran - í veruleikanum er endað sum ein bjarnatænasta. Tí skal tað verða mín vón, at tað fer at eydnast at gera broytingar til frama fyri veruligari økismenning.