Flutningsstuðulin tann sami

Stuðulin til flutning av fiski innanlands verður tann sami sum higartil

Flutnignsstuðul til fisk verður latin sambært løgtingslóg frá 1999. Upphæddirnar eru ásettar í kunngerð frá sama ári.

Í ár er játtanin upp á tríggjar milliónir, og tað verður hon, sambært fíggjarlógaruppskotinum, bæði komandi ár og í 2002.

Stuðulin verður latin til at flyta fisk frá bátum, sum landa á støðum, har eingin møguleiki er at selja fiskin. Tað er Lønjavningarstovan, sum umsitir hendan stuðulin, stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2001.


ej