Sveinur Tróndarson
Beint áðrenn løgtingið fór til hús, samtykti tingið eina broyting í lógini um fiskivinnustuðul. Broytingin hevur við sær, at allur fiskur, sum er seldur um uppboðssølu ella á landingarmiðstøð fær landingarstuðul, um so er, at hann verður fluttur til virkingar í økjum, har sund ella firðir skilja, skrivar Vinnuhúsið mánamorgunin.
Hetta merkir, at fiskur, sum t. d. er landaður á Eiði ella á Tvøroyri, fær stuðul, um hann skal flytast um sund til virkingar.
Broytingin er galdandi frá 1. januar í ár, og umsóknir um stuðul, skulu vera Lønjavningarstovuni í hendi í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at flutningurin er farin fram.
Samstundis, sum lógin er broytt, er stuðulsupphæddin eisini broytt. Verður fiskurin fluttur um eitt sund ella ein fjør, verða 15 oyru latin fyri kilo. Verður fiskurin fluttur um tvey sund ella tveir firðir, er upphæddin 25 oyru fyri kilo.
Stuðulin til flutning av feskum virkaðum fiskaúrdráttum til avskipingarhavn og stuðul til flutning av frystum fiski til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja, er tann sami, tó í mesta lagi 200 túsund krónur fyri frystan fisk.
Broytingin í kunngerðini er galdandi frá tí degi kunngerðin er lýst, skrivar Vinnuhúsið.