Jacob Vestergaard vil hava flutningsstuðulin aftur til útjaðaran.
Ræðandi tøl hava verið frammi um vinnuútlit í útjaðaranum. Til dømis í syðru helvt a Suðuroynni, har útflutningsvinnan í 2002-2003 hevði 340 fólk í arbeiði, meðan tey bert eru eru 221 í 2003. Lønarútreiðslurnar í 2002 vóru 65,5 milliónir krónur, men í 2003 væntandi bert einar 36,1 millión. Ein minking uppá 44,9%.Tølini siga nógv um ringu støðuna í hesum partinum av oynni.
Tølini tala og hesi tøl, og útlitini hjá vinnuni í útjaðaranum annars, hava fingið landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, at fara til verka hesum viðvíkjandi.
Arbeiðir við uppskoti
- - Ætlanin er at fáa somu upphæd á fíggjarlógina komandi, sum er nú. Tað vil siga 2,5 milliónir krónur.Men ætlanin er at broyta lógina, so talan er um stuðul til útjaðaran, sigur Jacob Vestergaard, sum sigur, at lógin er eitt sindur útholað og nú er stuðulin til flutning allar vegir, men at hetta skal fáast aftur í rættlag, so tað kemur útjaðaranum til góðar.
- - Meiningin er at javnstilla virkini í kappingini um rávøruna og sum heild, sigur Jacob Vestergaard, sum ásannar, at virkini í útjaðaranum eru ikki eins væl fyri í kappingini, sum virkir nærr miðstaðarøkinum.
Víst hevur verið á av virkjum í útjaðaranum, at ein trupulleiki er, at vøra til og frá virkjum skal um bryggjukant í Havn og er hetta ein eyka flutningsútreiðsla fyri virkini í útjaðaranum í mun til virkini nærri miðstaðarøkinum.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er tvørligari at byggja virkir upp í útjaðaranum, tí korini eru ikki tey somu og tøki peningurin er ofta heldur ikki tann sami. Sera nógv viðurskifti spæla inn, og tað er ein longri søga, sigur landsstýrismaðurin, og nevnir eitt nú Strandferðsluna, sum er tænastuveitari hja fólki og vinnu í útjaðaranum, men nú nú hevur landsstýrismaðurin sett sjóneykuna á hesi viðurskiftini.
Vinnustuðul og samgongan
Men hvussu samsvarar ætlan landsstýrismanins við stuðulspolitikkin hjá samgonguni, sum ikki hevur viljað hoyrt talan um stuðul til nakra vinnu, t.d. heldur ikki meint rakta rækjuflotan?
- - Her er heldur talan um útjaðarapolitikk, heldur landsstýrismaðurin, sum vísur á, at landsstýrið hevur politikk á hesum økinum og at broytingarætlan hansara bert er at beita flutningsstuðulin aftur til útjaðaran.
Men ein onnur søga er so, hvat aðrir partar av landinum siga til, at meginparturin av flutningsstuðlinum skal til útjaðaran, kanska einamest Sandoynna og Suðuroynna.
- - Eg havi havt fundir við ymsar partar og lagt upp til, at partarnir finna eina loysn og finna útav hesum, men ongin semja er komin burturúr. Eg hugsaði t.d. um somu loysn sum medellið við Kassamiðstøðini.Og ein eigur at minnast, at tað er munur á virkiskorum hjá virkjum í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum, sigur Jacob Vestergaard.
- -Og hvat er so útjaðarin, nú fast samband er til Vágarnar og er væmtandi aðrastaðni eisini. Tá er útjaðarin einamest Sandoyggin og Suðuroyggin, sigur Jacob Vestergaard, sum minnur á, at enn er fíggjarlógararbeiðið ikki liðugt og heldur ikki broytingaruppskotið viðvíkjandi flutningsstuðli. Men at hetta hevur høgan prioritet hjá landsstýrismanninum er eingin ivi um, viðgongur Jacob Vestertgaard.