Flutningsfeløg takka Bárði Nielsen

Í sambandi við nýggju e-toll skipanina hjá Toll og Skatt var ætlanin, at føroysku flutningsfeløgini ikki longdur kundu tollgreiða vørurnar fyri sínar kundar, men eftir eina áheitan frá flutningsfeløgunum setti fíggjarmálaráðharrin fót fyri hesari ætlan.

Tann 1. juli í ár kom tann nýggja e-toll skipanin hjá Toll og Skatt í gildi. Skipanin virkar á tann hátt, at føroyskir innflytarar nú sjálvir kunnu avgreiða síni tollpappírir umvegis telduna. Samstundis skuldi nýggja skipanin føra við sær, at tað ikki longur var gjørligt hjá flutningsfeløgunum at tollgreiða vørur fyri sínar kundar.

Ein gomul tænasta
Hetta við at tollgreiða vørur fyri sínar kundar, er ein tænasta, sum føroysku flutningsfeløgini hava veitt í mong ár, sigur stjórin á Safari Transport, Knút Lützen, ið gjørdist illa við, tá ið tað frættist, at Toll og Skatt ætlaði at forða fyri, at flutningsfeløgini kundu veita hesa tænastu.
Knút Lützen greiðir frá, at flutningsfeløgini settu seg í samband við Toll og Skatt fleiri ferðir fyri at greiða teimum frá støðuni, men har var einki at gera, og víst var til ymiskar lógir. Stjórin á Safari Transport sigur, at ætlaninar hjá Toll og Skatt eisini høvdu ført við sær, at summir innflytarar fóru at fáa trupulleikar, tí fleiri av teimum duga ikki at tollgreiða sínar vørur sjálvir, sigur hann.

Fíggjarmálaráðharrin gjørdi skjótt av
Tá ið tað gjørdist greitt hjá flutningsfeløgunum, at einki kom burturúr at tosa við Toll og Skatt, var avgjørt at seta seg í samband við fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, og tað vísti seg at verða ein skilagóð avgerð. Eitt bræv, har greitt var frá støðuni hjá flutningsfeløgunum, var latið skrivaranum hjá Bárði Nielsen seint ein seinnapart eftir, at fíggjarmálaráðharrin var farin av skrivstovuni.
Flutningsfeløgini væntaðu, at nú var neyðugt at bíða í eina tíð, áðrenn nakað var at frætta aftur úr fíggjarmálaráðnum, men so var ikki. Knút Lützen sigur, at longu tíðliga morgunin eftir kom yvirtollarin framvið skrivstovuni hjá Safari Transport, og hann segði fyri Knúti, at nú vóru boð komin úr fíggjarmálaráðnum um, at tað framvegis skuldi verða gjørligt hjá flutningsfeløgunum at tollgreiða vørur fyri sínar kundar. Knút Lützen sigur, at hann gjørdist púra ovfarin av, at fíggjarmálaráðharrin hevði gjørt so skjótt av, og at hann beinan vegin hevði skorið ígjøgnum og gingið ynskinum hjá flutningsfeløgunum á møti. Hann sigur, at flutningsfeløgini eru Bárði Nielsen sera takksom fyri at hava arbeitt so skjótt, og tað skal landsstýrismaðurin hava rós fyri.

Nýggja skipanin virkar væl
Enn eru føroysku flutningsfeløgini ikki komin við í nýggju e-toll skipanina, men Knút Lützen sigur, at tað koma tey í oktober mánaða í ár. Tískil avgreiða flutningsfeløgini framvegis tollpappírini hjá viðskiftafólkum sínum á gamlan hátt.
Okkurt hevur verið at hoyrt um, at nýggja skipanin ikki skuldi virka so væl, men tað kennir stjórin í Safari Transport einki til. Tvørturímóti sigur hann seg bara hava frætt, at skipanin virkar serstakliga væl.