Flúgvandi byrjan hjá Ranieri

Maðurin sum fekk sekkin eftir tapi móti Føroyum í november í fjør, stjórnar í løtuni oddaliðið í Premier League

Claudio Ranieri, ið fekk sekkin sum landsliðsvenjari hjá Grikkalandi, eftir at Føroyar í fjør vann 1-0 í Grikkalandi, er nú venjari í Premier League. Claudio Ranieri gjørdist í summar venjari hjá Leicester, sum eftir ein frálíkan endaspurt í seinasta kappingarárið, akkurát yvirlivdi í Premier League í fjør.

 

Í ár hevur hilnast munandi betri hjá Leicester, og tað er ikki ov nógv sagt, at Claudio Ranieri og Leicester hava fingið eina dreymabyrjan. Í fyrsta dystinum vunnu teir sannførandi móti Sunderland, og aftur í dag gekk sum eftir ánni hjá Leicester. Teir vunnu 2-1 á útivølli í torføra útidystinum móti West Ham.

 

Av øðrum dystum í dag kann nevnast, at Everton heldur óvæntað vann heili 3-0 á útivølli móti Southampton, meðan Swansea á heimavølli vann 2-0 móti Newcastle.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag vóru hesi:

 

Southampton-Everton 0-3

Sunderland-Norwich 1-3

Swansea-Newcastle 2-0

Tottenham-Stoke 2-2

Watford-West Bromwich 0-0

West Ham-Leicester 1-2