Flúgva fisk úr Grønlandi til Íslands

Fiskurin skal virkast í Íslandi ella sendast á evropska marknaðin.

Íslendska flogfelagið Flugfélag Íslands arbeiðir við ætlanum um at fara undir at flyta feskan fisk úr Grønlandi til Íslands.

 

Ætlanin er, at fiskurin skal virkast á íslendskum fiskavirkjum, men tað kann eisini hugsast, at hann verður sendur óvirkaður inn á evropska meginlandið við flogførum hjá Icelandair Cargo, skrivar Morgunblaðið. 

 

Umsetningurin hjá Flugfélag Íslands liggur um seks milliardir íslendskar krónur, og ein triðingur av hesum stavar frá flúgvingini upp á Grønland, sigur marknaðarleiðarin hjá felagnum, Ingi Þór Guðmundsson.