Síðani hugleiðir hon, at um vit hugsa okkum at ein triðingur bleiv avtikin, so høvdu danir havt møguleika at fingið 10.000 starvsfólk út at arbeiða við at loysa kjarnu uppgávurnar. Ella út til brúkara, har tann veruligi tørvurin er.
Samanbera vit við føroysk viðurskifti, eru vit helst fleir ið hugsa, at tað sama er við at henda í Føroyum og allarhelst er hent.
Umsiting “stjelur” so nógv av orkuni, at lítið er eftir til brúkaran, tá allar blankettir eru fyltar út og annað pappírsarbeiðið gjørt.
Eitt sindur hevur verið kjakast um hesi viðurskifti seinastu tíðina og ymiskt hevur verið hvar kanoin hevur verið vend , tá skuld og ábyrgd skal plaserast.
Mín hugsan er, at kanónin vendir skeivan veg. Tað ber snøgt sagt ikki til at læsta umsiting og leiðslu á til dømis Almannastovu og Nærveki fyri at umsiting av teirra málsøkjum eru so orkukrevjandi.
Krøvini frá politiskari síðu til umsitingina av til dømis sosial lóggávuni er ógvuliga stór og skal tað livast upp til hesi krøv, krevst ein stór umsiting.
Danir hava eitt hugtak í teir kalla “Planket Helvedet” vísandi til at tildømis heimahjálpir nýta tveir triðingar av tíðini inni hjá einum gomlum fólki til at seta krossar og flugubein í staðin fyri at vera nærverðandi hjá teimum gomlu tað løtuna tey eru har.
Um vit ikki ansa okkum, so eru vit skjótt í somu støðu sum Danir á hesum øki, og tað er tað Danir í løtuni royna at koma burtur úr.
Ein vegur at koma burtur úr hesum vandamálið, kundi verið at lækkað umsitingarligu krøvini til starvsfólkini úti í markini.
Gev teimum álit, tey eru skilagóð og røkja teirra uppgávur eftir bestu sannføring, tað er ikki neyðugt við øllum hesum kontrollinum.
Eingin skal ivast í, at verður álitið misnýtt, kemur tað einaferð fyri dagin, tað týdningarmikla er, at tað ikki forðar hinum øllum at gera sítt arbeiðið.
Um vit vilja tað ella ikki, so noyðast vit at gera okkurt munagott við henda trupulleika, tað ber ikki til, í hesum lítla landið at so nógv orka fyri til umsiting og at kanna hvønn annan um vit gera tingini á rættan hátt.
Tað má ikki henda at tey gomlu, tey sálarsjúku, tey menningartarnaðu og onnur ið hava ein serliga tørv, líða undir at so nógv flugubein skulu setast.









