Atlantsflog fleyg í dag fyrsta túrin á nýggju rutuni til Edinburgh, og í hesum sambandi varð skipað fyri lítlum hátíðarhaldi vesturi á flogvøllinum.
Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága floghavn, og Pætur Rasmussen, charterleiðari hjá Atlantic Airways, hildu røðu.
Í røðu síni segði Kitty May Ellefsen, at hon gleddist um, at Atlantsflog valdi at flúgva til Edinburgh. Umframt at vera eitt gott portur til Skotlands, so eru ikki færri enn 20 flogfeløg, ið flúgva til Edinburgh, og tískil er lætt hjá føroyingum at sleppa haðani og víðari út í heim, segði Kitty May Ellefsen millum annað í røðu síni.